25/09/2025

- 25/09/2025

00:00

Fysisk,

Tórshavn, Faroe Islands

Engelsk, Færøsk

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring – Stakeholder meeting on inclusion and lifelong learning

Lívlong læring og inklusjón í Føroyum, Grønlandi og Álandi í nýggjum NLL-átaki. Lifelong learning and inclusion in the Faroe Islands, Greenland and Åland in a new NLL initiative.

Persónur í gráum hettutrøggjum stendur úti í bygd við svørt og hvít hús undir bláum himni við skýggjum.

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

Norðurlendska netverkið fyri lívlanga læring, stytt NLL, vil við hesum bjóða tær til ein samtalufund um møguleikar og fyrimunir av at styrkja skipanir og tilboð innan lívlanga læring í Føroyum og í Norðurlondum sum heild. Fundurin verður á Hotel Brandan 25. september 2025.

Endamálið við einum nýggjum átaki, ið NLL hevur sett á skrá, er at tileggja ungum og ungum vaksnum, at taka eina útbúgving, at finna sær arbeiði ella starv, og virkin at taka lut í samfelagsmenningini. Átakið verður skipað undir NLL í einum samstarvi millum Føroyar, Áland og Grønland.

NLL ynskir í hesum sambandi at geva vegleiðarum, samskiparum, leiðslum og øðrum avvarðandi pørtum betri umstøður at arbeiða tvørtur um samfelagsgeirar, og at finna fram til, hvussu tann einstaki best kann verða vegleiddur og motiveraður til at velja sær útbúgving ella arbeiði.

Málbólkurin, sum hetta nýggja átakið fevnir um, er tey ungu millum 15 og 29 ár, sum hvørki eru í útbúgving, læru ella á arbeiðsmarknaðinum. Í Føroyum hava vit ikki nóg góðan kunnleika um henda bólkin, ið verður kallaður NEETs, t.e. Not in Education, Employment or Training. Endamálið við samtalufundinum er at finna fram til tørvin á einum slíkum átaki í Føroyum.

Evropeisku tølini fyri 2024 vísa, at í miðal 11% av teimum 15-29 ára gomlu teljast millum teirra, sum ikki eru í útbúgving, læru ella arbeiði (NEET bólkurin). Norðurlendsku tølini vísa eitt vet lægri miðaltal enn aðrastaðni í Evropa. Tó eru øki í Norðurlondum, serliga útjaðaraøki, har talið er munandi hægri. Tað kundi tí bent á, at talið av ungfólki í Føroyum, sum kunnu bólkast sum NEETs, er størri enn vit geva okkum far um.

Fundur fyri innbodnum

Samtalufundurin á Hotel Brandan 25. september er fyri innbodnum. Tú teknar teg til fundin við at útfylla frymilin niðanfyri. Freistin at tekna seg er 8. september 2025.

Meira kunning fæst við at venda sær til John Dalsgarð NLL landasamskipara fyri Føroyar, á telefon +298 555088, ella við telduposti til johnd@uvs.fo.

The purpose of a new initiative, which NLL has made a priority, is to encourage young people and young adults to take an education, to find a job, and to actively participate in society development. The campaign will be organized under NLL in a collaboration between the Faroe Islands, Åland and Greenland.

In this context, NLL wishes to provide careers guidance counsellors, coordinators, managers and other stakeholders with better conditions to work across sectors of society, and to find out how the individual can best be guided and motivated to choose education or work.

The target group of this new initiative is young people between the ages of 15 and 29 who are neither in education, training nor on the labour market. In the Faroe Islands, we do not have enough knowledge about this group, which is referred to with acronym NEETs, i.e. an abbreviation of Not in Education, Employment or Training. The purpose of the meeting is to identify the need for such an initiative in Faroe Islands.

European figures for 2024 show that an average of 11% of those aged 15-29 are not in education, training or work (NEET group). The Nordic figures show a bit lower average than elsewhere in Europe. However, there are areas in the Nordic countries, especially peripheral and rural areas, where the figure is considerably higher. It could therefore be pointed out that the number of young people in Faroe Islands who can be classified as NEETs is higher than we realize.

Find vej

Hotel Brandan, Tórshavn, Faroe Islands

Hotel Brandan

Share This